Kopar er eitt føðsluevni, sum livandi verur tørva í smáum nøgdum, og finst natúrliga í jørð, vøtnum og havi. Ov nógv av kopari er sera eitrandi fyri lívið í vatni, men ójavnt er, hvussu ymiskar verur tola kopar. Eitranin er ofta hægst í føðslufátøkum ósaltaðum vøtnum.
Kopar kann hópast upp í ávísum livandi verum í vatni, um dálkingin hevur verið nógv, men kopar hópast ikki upp í føðiketuni, og er lítið eitrandi fyri menniskju.
Kopar er eitt metal, sum leiðir sera væl hita og streym, og er samstundis lætt at boyggja, tí verður tað nógv nýtt í streymleidningum, eltólum og elekronikki, vatnrørum, radiatorum o.s.fr.
Vakstrartálmandi evni við kopari verða nýtt í botnmáling til bátar og eisini til at verja við móti roti.
Kopar verður brúkt í:
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|